Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)
Frágreiðing

Endamálið er at gera tað meira áhugavert at gerast lærlingur, og at stimbra um hugin hjá lærlingum at arbeiða.

Mælt verður til, at lærlingar fáa ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni á 50.000 kr. árliga. Frádrátturin fer at hava við sær ein skattalætta, tí nú skal skattur roknast av eini inntøku, sum er 50.000 kr. lægri enn veruliga inntøkan. 

Roknað verður við, at broytingin fer at hava við sær, at flestu lærlingar fara at fáa umleið 1.650 kr. meira útgoldið um mánaðin komandi ár. Hjá teimum við góðari inntøku framíhjá lærlingalønina kann lættin tó gerast nakað størri – og hjá teimum við einans lítlari lærlingaløn kann lættin gerast nakað minni.t av eini inntøku, sum er 50.000 kr. 

Ummælisfreistin er farin
21.10.2019
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Skattalógin
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
08.10.2019
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Lógaruppskot Lærlingar