Javning av skattastigum
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um javning av skattastigum & Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Javning av skattastigum)Frágreiðing
Samgongan ætlar, at skattastigin verður javnaður.
Føroyski búskapurin hevur seinastu árini havt stóra framgongd. Hetta merkir, at stigvaksandi trinini í inntøkuskattinum ikki fylgja við gongdini, tá ið inntøkurnar í samfelagnum vaksa.
Veruligi skatturin á lønarinntøku hækkar tískil yvir tíð, uttan at Løgtingið hevur avgjørt tað.
Hetta kann gera tað trupult hjá politisku skipanini at halda aftur í rakstrarútreiðslunum, men ger eisini, at politiska skipanin við jøvnum millumbilum skal tillaga skattaskipanina og taka støðu til somu viðurskifti umaftur.
Við árliga at javna skattastigan fær politiska skipanin betri orku til at loysa aðrar týdningarmiklar avbjóðingar.
Ummælisfreist
13.11.2026Ráð
FíggjarmálaráðiðDagfesting
19.10.2026Samband
fmr@fmr.foTak niður
Javningarlógin ABC
Broyting Í Skattalógum ABC