Javningarlógin
Føroyski búskapurin hevur seinnu árini havt stóra framgongd. Hetta merkir, at stigvaksandi trinini í inntøkuskattinum og avgjøld, sum eru krónur pr. eind, fylgja ikki við gongdini, tá ið prísirnir í samfelagnum vaksa. Veruligi skatturin broytist tískil yvir tíð, uttan at Løgtingið hevur avgjørt tað.
Tí verður uppskot til Løgtingslóg um javning av skattastigum og avgjøldum sent til ummælis.
Í stuttum snýr uppskotið seg um at tað á hvørjum árið verður lýst eitt lønarvísital og eitt avgjaldsvísital.
Lønarvísitalið er 100 fyri 2025 og verður síðani stillað við vøkstrinum í miðinntøkuni tvey ár frammanundan.
Lønarvísitalið verður brúkt til at javnað:
· Skattastig í landsskattinum
· Barnafrádrátt í landsskattinum
· Botnfrádrátt í kommunuskattinum
Avgjaldsvísitalið verður ásett sum 100 fyri 2025 og veksur árliga 2%, sum er málið fyri prísvøkstur hjá evropeiska miðbankanum.
Avgjaldsvísitalið verður brúkt til at javnað:
· Avgjøld, sum eru ásett í krónum. t.d. avgjøld á olju, rúsdrekka, tubbak sukur.
· Veg- og umhvørvisgjøld av motorakførum
· Avgjaldsmørk í virðisgjaldið í sambandi við skráseting av akførum

