Kunngerð um atseta í gildi § 4 í lóg um talgildan samleika

Heiti
Uppskot til kunngerð um at seta í gildi § 4 í løgtingslóg um talgilda samleika
Frágreiðing

Fíggjarmálaráðið sendir við hesum uppskot til kunngerð um at seta í gildi § 4 í lóg um talgildan samleika til hoyringar.

Lógin um talgildan samleika varð samtykt í mai 2019.

Í § 15, stk. 2 løgtingslógini er ásett, at landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir nær § 4 í løgtingslógini skal setast í gildi.  Tá ið lógaruppskotið varð lagt fram, var talgildi samleikin ikki liðugt mentur, og tí var ikki møguligt at áseta nær § 4  skuldi setast í gildi. Harumframt var endamálið eisini at geva almennum  stovnum,  almennum  partafeløgum  og peningastovnunum eitt skotbrá áðrenn  kravt  verður,  at  hesi  skulu  nýta  talgilda  samleikan  til  sínar  talgildu  tænastur.

Við hesi kunngerð verður § 4 løgtigslógini um talgildan samleika sett í gildi tann 1. september 2022.

Í § 4 er ásett, at allir almennir stovnar og almenn partafeløg umframt peningastovnar skulu loyva persónum at nýta talgilda samleikan, um stovnurin veitir tænastu, ið krevur elektroniska eyðmerking av persónum ella elektroniska undirskrift.

Endamálið er, at almennu Føroyar og peningakervið í Føroyum fáa eina felags loysn fyri  alt  samfelagið,  so  borgarin bara skal nýta  ein hátt at eyðmerkja  seg  mótvegis  talgildum tænastum. Fyri samfelagið er tað somuleiðis ein fyrimunur,  tí við hesum er ikki neyðugt at menna fleiri ymiskar KT-loysnir til  tær  einstøku  tænasturnar,  har  elektronisk  eyðmerking  og  undirskrift krevst.

Ummælisfreist
23.08.2022
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
19.07.2022
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Kunngerð Um At Seta Í Gildi § 4 Í Løgtingslóg Um Talgilda Samleika