Kunngerð um stuðulsjáttan

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan (Grannskoðan av roknskapi fyri stuðul)
Frágreiðing

Broytingin snýr seg um at linka kravið um grannskoðan av roknskapi fyri stuðul, soleiðis at kravið verður tillagað í mun til stuðulsupphæddina, og at stuðul kann fáast meira enn tað eina árið.

Sbrt. galdandi kunngerð skal roknskapur fyri stuðul, um móttakarin ikki er fevndur av lógini um grannskoðan av landsroknskapinum, grannskoðast av góðkendum grannskoðara.  Er talan um stuðul, sum bert verður veittur ta einu ferðina, og stuðulin er minni enn 100 tús. kr., er grannskoðan ikki eitt krav.

Stuðulsmóttakarar skulu sum áður lata stuðulsveitaranum roknskap, men kravið um grannskoðan verður broytt soleiðis:

Stuðul

Upplýsingar latast stuðulsveitara

Minni enn 100 tús. kr. um árið

Roknskapur við frágreiðing um, hvussu stuðulin er nýttur; tó bert krav um frágreiðing, er talan um stuðul ta einu ferðina

Minni enn 500 tús. kr. um árið

Roknskapur (við frágreiðing), sum er váttaður av góðkendum grannskoðara um víðkaða gjøgnumgongd

500 tús. kr. ella meira um árið

Roknskapur (við frágreiðing), sum er váttaður av góðkendum grannskoðara við grannskoðanarátekning

Krøvini í § 22, stk. 2 í galdandi kunngerð um, hvussu grannskoðanin skal fremjast, eru í høvuðsheitum at finna í lógini um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin).  Tað er tí skilabest, at grannskoðanin verður framd í samsvari við grannskoðaralógina og reglum sbrt. henni, og ikki minst tá ið ræður um fráboðanarskyldu o.tíl.

Ummælisfreistin er farin
24.06.2021
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broytingarkunngerð
Dagfesting
10.06.2021
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Kg Um Stuðulsjáttan (Grannskoðan) Kg Um Stuðulsjáttan (Grannskoðan) Javntekstur