Kunngerð um upprunareglur
Heiti
Uppskot til kunngerð um upprunareglurFrágreiðing
Tann 1. januar 2025 komu dagførdu upprunareglurnar í PEM-sáttmálanum í gildi.
PEM-sáttmálin er felags karmurin fyri upprunareglur í handli millum londini í pan-Euro-Mediterranean samstarvinum, og reglurnar hava týdning fyri, nær ein vøra kann fáa tollfyrimun sambært viðkomandi handilssáttmála.
Í hesum sambandi var neyðugt at dagføra protokollirnar í handilssáttmálunum hjá Føroyum við Noreg og Sveis, soleiðis at protokollirnar vísa til PEM-sáttmálan.
Viðmerkjast kann, at Bretland er ikki partur av PEM-samstarvinum. Tí eru serstakar upprunareglur fyri Bretland lýstar í kunngerðini.
Á hesari leinkjuni kann lesast meira um broytingarnar í upprunareglunum í PEM-sáttmálanum: https://alegrant.eu/pem-rules-of-origin/
Ummælisfreist
08.06.2026Ráð
FíggjarmálaráðiðSlag
KunngerðDagfesting
15.05.2026Samband
fmr@fmr.foTak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Upprunareglur