Løgtingslóg um at innkrevja, innheinta og rokna rentu av krøvum hjá tí almenna

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at innkrevja, innheinta og rokna rentu av krøvum hjá tí almenna
Frágreiðing

Í sambandi við stóru kt-verkætlanina Kjarnin verða allar mannagongdir hjá TAKS endurskoðaðar fyri at gera raksturin meira skynsaman. Ein liður í arbeiðinum er at gera galdandi reglur um at innkrevja, innheinta og at rokna rentu av krøvum hjá landinum meira einfaldar og eins.

TAKS umsitur í dag 51 lógir. Ymiskt er, hvussu lógirnar áseta rentusatsir, forfall og møguleikan at góðskriva og tilskriva rentur. Onkur lóg hevur ongar rentureglur, meðan aðrar hava fleiri ásetingar, og hetta ger tað trupult at hava eina felags mannagongd fyri, hvussu rentur skulu handfarast. Fleiri lógir eru, sum áseta reglur fyri innheintan og innkrevjing, harav nakrar eru eldri lógir, sum eru ótíðarhóskandi og ikki eru dagførdar í áratíggju; tann elsta er frá 1894. Sambært galdandi lóggávu skal sorinskrivarin regluliga heimila panting av skattum og neyðugt er regluliga at kunngera heimilanina. 

Við uppskotinum verða galdandi reglur um at innkrevja, innheinta og at rokna rentu av krøvum hjá landinum meira einfaldar og eins. Endamálið er at gera rakstur og menning av nýggju kt-skipanini meira skynsama og samstundis virka fyri, at fleiri mál verða avgreidd sjálvvirkandi. Endamálið er harumframt at avtaka fleiri eldri lógir og savna viðkomandi reglur í eini lóg. Við hesum verður tað samstundis lagt upp fyri, at øll innheinting og innkrevjing av almennum krøvum kann verða miðsavnað.

Ummælisfreist
21.09.2026
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
24.08.2026
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Ll Um At Innkrevja Innheinta Og Rokna Rentu Av Krøvum Hjá Tí Almenna