Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hækking av avgjøldum á framleiðslu og innflutning av øli og avgjaldslætti fyri smáar framleiðarar av øli)
Frágreiðing

Lógaruppskotið snýr seg um at broyta løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutning við endamálinum at hækka avgjøldini á øl (í kl. 1, 2 og 3) 50% og samstundis at lata ein avgjaldslætta á 40% fyri smá bryggjarí, sum ikki framleiða omanfyri 5 mió. litrar av øli árliga.

Ummælisfreist
12.10.2026
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Dagfesting
02.10.2026
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Avgjald Á Framleiðslu Og Innflutning