Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir)
Frágreiðing

Mælt verður til, at verandi skipan verður útbygd, so hon í enn størri mun eggjar fólki til at leiga yvirskotskapasitet út til bústaðarendamál. Hóast verandi botnfrádrátturin á kr. 24.000 og ein restskattur á 25% er ein skattaskipan við fyrimuni, verður kortini mett, at skal landið eggja til, at enn fleiri velja at leiga bústað út til bústaðarendamál, eigur skattafyrimunurin við at langtíðarútleiga gerast enn størri.

Ummælisfreistin er farin
04.10.2017
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Øki
Skattamál
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
20.09.2017
Málsviðgjørt
Fíggjarmálaráðið
Tak niður
170920 Økja fíggjarliga fyrimunin við langtíðarleigu.pdf