Seta út gildi fimm eldri lógir um hagtøl o.l.

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 481 af 10. september 1920 om afgivelse af statistiske oplysninger om husleje m.v., lov nr. 95 af 25. marts 1933 om Statistik, løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk, løgtingslóg nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal og løgtingslóg nr. 64 frá 26. mai 2011 um manntal í 2011
Frágreiðing

Lógaruppskotið hevur til endamáls at seta úr gildi gamla lóggávu, sum er óneyðug, annaðhvørt tí nýggjari lóggáva er komin í staðin, ella tí at lóggávan hevur rokkið sínum endamáli, og tí ikki er viðkomandi longur. Yvirskipaða endamálið er sostatt at gera føroyska lógarverkið meira einfalt til frama fyri bæði borgarar og myndugleikar.
Til tess at tryggja eitt so greitt og gjøgnumskygt lógarverk sum gjørligt er umráðandi, at óneyðug og óviðkomandi lóggáva verður sett úr gildi. Í hesum føri er talan um, at nýggj føroysk lóggáva er komin í staðin fyri gamla danska lóggávu, eins og talan er um lóggávu, sum hevur rokkið sínum endamáli og tí ikki er viðkomandi longur.

Ummælisfreist
10.02.2026
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Dagfesting
29.01.2026
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Loegtingslog Strikaeldrilogir