Skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur
Lógaruppskotið tekur støði í nullhugsjónini í § 1 í ferðslulógini, har tað verður staðfest, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini.
Við uppskotinum verður lagt upp til at fremja miðvísar og skipaðar kanningar av teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum í Føroyum. Endamálið við hesum er at fáa djúpri og meira fakliga grundað innlit í, hví vanlukkurnar henda, hvussu skaðarnir standast, og hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, at líknandi tilburðir henda aftur.
Lógaruppskotið tryggjar, at skaðanevndin og viðkomandi myndugleikar kunnu savna saman upplýsingar, sum longu í stóran mun verða innsamlaðar, men sum higartil ikki hava verið samanførdar og greinaðar í eini felags og tvørfakligari heildartilgongd. Við at leggja hesar upplýsingar saman fær nevndin eina betri heildarmynd av hvørjari vanlukku. Hetta gevur grundarlag fyri greiðari niðurstøðum og fakligum tilmælum til at betra um ferðslutrygdina í framtíðini.
Løgtingslóg Um Skaðanevnd Fyri Ferðsluvanlukkur