Skattafrítøka fyri inntøku frá smáum sólorkuverkum
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattafrítøka fyri inntøku frá smáum sólorkuverkum)Frágreiðing
Við uppskotinum verður mælt til, at geva privatum skattafrítøku fyri inntøku frá smærri sólorkuverkum, sum hava ein framleiðslumátt, sum er avmarkaður til í mesta lagi 11 kW, og eru íbundin innanfyri málaran.
Ein skattafrítøka saman við prísinum, sum SEV nú letur fyri sólorku, fer at skunda undir at privat gera íløgur í egna orkuframleiðslu til gagns fyri bæði tann einstaka og grønu orkuframleiðsluna í Føroyum.
Ein skattafrítøka fyri smærri sólorkuverk fer at økja um áhugan hjá privatfólki at gagnnýta teirra tekjur til sólorkuframleiðslu.
Ummælisfreist
04.12.2026Ráð
FíggjarmálaráðiðØki
SkattalóginSlag
Broyting í løgtingslógDagfesting
11.11.2026Samband
fmr@fmr.foTak niður
111126 Skattalógin Skattafrítøka Fyri Smá Sólorkuverk