Skattafyrisitingarlógini

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at gera kærugongdina á skatta- og avgjaldsøkinum meira einfalda. Farið verður burtur frá, at kærur um skatt og avgjøld kunnu roynast í tveimum fyrisitingarligum rættarstigum, til eina einfaldari kæruskipan, har kært verður beinleiðis til Føroya Kærustovn. Tær kommunalu skattakærunevndirnar verða sum liður í hesum lagdar niður.

Samstundis verður Toll- og Skattaráð Føroya lagt niður og uppgávurnar verða lagdar til TAKS at umsita.

Ummælisfreistin er farin
14.02.2022
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
27.01.2022
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Fyristing Av Skatti Tolli Og Avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin)