Vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og um stakupplýsingar úr akfarsskránni

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og um rætt hjá tunnilsfeløgunum at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva teimum trimum tunnilsfeløgunum loyvi til at hava vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og loyvi til at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarskránni hjá Akstovuni.

Undirsjóvartunlarnir eru bygdir eftir og fylgja norskum standardum (norskum trygdarreglum). Vakmyndatól eru partur av trygdarkrøvunum, tá ið tunlar eru longri enn 3 km. og ferðslan í miðal er størri enn 2.000 akfør um dagin. Vakmyndatólini eru tí partur av trygdini í tunlunum.

Ummælisfreistin er farin
03.02.2020
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
20.01.2020
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Vakmyndatól Í Undirsjóvartunlunum