Veiðigjaldslógin

Heiti
Uppsko til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv)
Frágreiðing

Strika áseting um lægri veiðigjald, tá ið kvotan minkar serliga nógv

Galdandi lóggáva tekur ikki hædd fyri, at hægri prísur ofta vigar upp ímóti eini lægri kvotu.

Í løtuni er tað støðan. Eftir semjuna um makrelin, er prísurin á makreli meira enn tvífaldaður, og semjan ger, at fiskast kann meira effektivt enn áður. Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. Verandi áseting virkar sostatt ímóti sínum endamáli.

 

Skotið verður upp at strika undantakið, sum ásetur lægri veiðigjald, tá ið kvotan minkar serliga nógv.

Ummælisfreist
14.11.2025
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Broyting í Løgtingslóg
Dagfesting
20.10.2025
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Veiðigjøld Fyri Fiskiskap (Veiðigjaldslógin) Grein 7