Verklag um nútímansgerð av Toll- og skattaskipanum 2024 til 2029

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna (verklag um nútímansgerð av Toll- og skattaskipanum 2024 til 2029)
Frágreiðing

Talan er um eina verklagslóg. Skipanirnar hjá TAKS eru í dag vorðnar ov gamlar og ótíðarhóskandi. Tær stuðla ikki undir dagførdar arbeiðsgongdir, krøv og ætlanir hjá TAKS. Skipanirnar eru bygdar á gamla tøkni frá 1980'unum. Tað er tí avbjóðandi at viðlíkahalda tær.

Eitt ættarliðskifti av KT-starvsfólkum er ávegis. Tað fer at gera tað torført at finna starvsfólk at viðlíkahalda tær gomlu skipanirnar. Føroyar fara at missa kritiska skipanarvitan, tá ið verandi lyklastarvsfólk fara á eftirløn. TAKS kann tí ikki veita vissu fyri, at skipanirnar kunnu koyra longri enn 5-6 ár afturat. Tað er ein stórur váði fyri alt tað føroyska samfelagið.

Skipanirnar tryggja flest allar inntøkur til lands- og kommunukassarnar og almennar grunnar.

Verkætlanin at nútímansgera skipanirnar hjá TAKS verður kallað "Kjarnan". Ein partur av arbeiðnum er longu farið ígongd. Talan er um eina rúgvusmikla ætlan, sum krevur bæði størri fígging og heimild. Neyðugt verður tí at gera eina verklagslóg fyri alla ætlanina.

At nútímansgera skipanirnar hjá TAKS hevur 3 endamál:

  • At framtíðartryggja skipanirnar við at dagføra tøkni og rakstrarpallar
  • At fáa eina fleksibla útveksling og endurnýtslu av dátum
  • At nútímansgera brúkaraflatan í mun til arbeiðsgongdirnar í dag

Í tilgongdini verða arbeiðshættirnir hjá TAKS endurskoðaðir og hugsaðir av nýggjum. Málið er at gera eina munandi effektivisering á TAKS. Verkætlanin fer at skapa møguleikar og at hava við sær jaligar tillagingar á TAKS. Arbeiðsorka verður helst frígivin á summum økjum og flutt til onnur økir. Frígivin arbeiðsorka einastaðni kann merkja hægri raðfestingar aðrastaðni. Á TAKS stendur eitt ættarliðsskifti fyri framman. Verkætlanin fer at stimbra undir, at ættarliðsskiftið verður væl eydnað.

Mett verður, at samlaða verkætlanin kostar umleið 100 mió.kr. í 2022 prísum.  Við prísvøkstri og váðaískoyti verður mett, at hon kostar 150 mió.kr.  Í 2024 eru játtaðar 11 mió.kr. til verkætlanina.

Ummælisfreistin er farin
12.02.2024
Ráð
Fíggjarmálaráðið
Slag
Verklagslóg
Dagfesting
29.01.2024
Samband
fmr@fmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Verklagslóg Um Heildaraetlan TAKS Heildarætlan Fyri Kjarnuna 2024 2029 V4 Verklag Taks Udbud På Outsystems Udviklere (1)