Lógir og reglur

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum, sí fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar 

Kapittul 5

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum

Fyrisitingarheimildir

§ 20. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum
í hesum lógum:
1) L. nr. 75 af 29. august 1904 om reders forpligtelse til at meddele statistiske oplysninger, sbr. ræðislógina § 2.
2) A. nr. 468 af 8. november 1921 hvorved lov om arveafgift af 27. mai 1908 sættes i kraft på Færøerne, § 3, stk. 4, § 9, stk. 2, § 13, stk. 2 og § 42.
3) L. nr. 95 af 25. mars 1933 for Færøerne om statistik, § 1, stk. 2, og § 7, sbr. ræðislógina § 2.
4) L. nr. 85 af 30. mars 1935 for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m., sbr. ræðislógina § 2.
5) L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, § 8, stk. 6.
6) L. nr. 248 af 12. april 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne, §§ 2 og 8.
7) Ll. nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk, § 1.
8) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, tó so viðv. § 3, stk. 1, at løgmaður í samráði við avvarðandi landsstýrismann setur tænastumenn í 39. lønarflokki og hægri, og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni, sum verður teirra hægsti fyrisetti.
9) Ll. nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir.
10) Ll. nr. 37 frá 5. august 1971 um tænastumannalønir v.m. og flokking av tænastumannastørvum.
11) Ll. nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.
12) Ll. nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m.
13) Ll. nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m.
14) Ll. nr. 30 frá 21. mai 1975 um prístal.
15) Ll. nr. 45 frá 9. mai 1976 um viðurskifti hjá starvsfólki á postverkinum í samband við yvirtøku.
16) L. nr. 638 af 21. december 1977 om renter ved forsinket betaling, m.v., § 5, stk. 2, sbr. ræðislógina, tá ið umræður heimildum, sum fyrr lógu hjá heimastýrinum og økonomiministeriet.
17) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studningtil fólkaháskúlar, § 3, nr. 5 og § 4.
18) Ll. nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., § 10, § 11, nr. 4, og § 13 a, stk. 2.
19) Ll. nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt.
20) Ll. nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti.
21) Ll. nr. 37 frá 26. mai 1988 um ferðagjald.
22) Ll. nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
23) Ll. nr. 33 frá 7. mai 1991 um Hagstovu Føroya, § 1, stk. 3, § 2, stk. 2 og 4 og § 7.
24) Ll. nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
25) Ll. nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll.
26) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3.
27) Ll. nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju, § 5.
28) Ll. nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald.
29) Ll. nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju.
30) Ll. nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
31) Ll. nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald.
32) Ll. nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald v.m., § 1, stk. 1, § 2, stk. 2, §§ 3 og 4 og § 5, stk. 2.
33) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:
a) § 43, stk. 1 og 3, og § 44, stk. 2 og 3.
b) § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark. 
c) § 52 og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti.
34) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 13 a, stk. 2.
35) Ll. nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og umlegging av kommunulánum.
36) Ll. nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
37) Ll. nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur.
38) Ll. nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til dupult húsarhald.
39) Ll. nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a.
40) Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki. 
41) Ll. nr. 99 frá 29. desember 1998 um gjald av vinningi við burturluting v.m.
42) Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
43) Ll. nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
44) Ll. nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
45) Ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
46) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (Kommunustýrislógin), § 5, stk. 5, § 9, stk. 1-3, § 43, stk. 2, § 46, stk. 2, §§ 47 og 52, § 53, stk. 2 og § 54.
47) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), § 19, stk. 3.
48) Ll. nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi.
49) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
50) Ll. nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
51) Ll. nr. 16 frá 8. mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum.
52) Ll. nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki.
53) Ll. nr. 81 frá 14. mai 2005 um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum.
54) Ll. nr. 67 frá 17. mai 2005 um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum.
55) L. nr. 528 af 24. juni 2005 om visse personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder.
56) Ll. nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, § 3 a, stk. 5.
57) Ll. nr. 126 frá 21. desember 2006 um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.
58) Ll. nr. 16 frá 5. mai 2008 um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting  og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur.
59) Ll. nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum.
60) Ll. nr. 60 frá 10. juni 2008 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man.
61) Ll. nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan.
62) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), § 79, stk. 5.
63) Ll. nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.
64) Ll. nr. 182 frá 22. desember 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og niðurlendsku Antillurnar PROTOKOL.
65) Ll. nr. 16 frá 19. mars 2010 um lántøku til landskassan.
66) Ll. nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við  protokol frá 21. august 2009.
67) Ll. nr. 82 frá 7. juni 2011 um Búskapargrunn Føroya.
68) A. nr. 1248 af 19. december 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet, § 31, stk. 1.
69) Ll. nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin).
70) Ll. nr. 136 frá 19. desember 2014 um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir.
71) Ll. nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.
72) Ll. nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.
73) Ll. nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar.
74) Ll. nr. 77 frá 29. mai 2017 um Talgildu Føroyar.
75) Ll. nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019, 2020 og 2021 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 og 2021.
76) Ll. nr. 61 frá 30. apríl 2018 um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum.
77) Ll. nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996.
78) Ll. nr. 11 frá 19. februar 2019 um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin).
79) Ll. nr. 69 frá 9. mai 2019 um talgildan samleika.
80) Ll. nr. 70 frá 9. mai 2019 um Virkisskrá.
81) Ll. nr. 150 frá 13. desember 2019 um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn.
82) Ll. nr. 60 frá 13. mai 2020 um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021.
83) Ll. nr. 105 frá 29. juni 2020 um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum.
84) Ll. nr. 72 frá 5. mai 2021 um Búskaparráð.
85) Ll. nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin).
86) Ll. nr. 61 frá 2. mai 2022 um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin).

Umsitingarøkið

§ 21. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum umsitur avgjøld o.a, avtalur við fakfeløg um sáttmálar og avtalur fyri størv hjá landinum, búskaparmál, fíggjarmál hjá landi og kommunum, hagfrøði, innheinting av almennari skuld, lønarviðurskifti og setanarviðurskifti, ráðgevur øðrum landsstýrismonnum í arbeiðsrættarligum og  setanarrættarligum spurningum, samferðslumál, skatt, starvsfólkapolitikk, stuðul o.l., talgilding, tvungnar reglur um eftirlønaruppsparing og útgjald. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunningartøkni og fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útvegar KT-undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Tjaldur P/f.


Løgtingslógaruppskot
§ 22. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:
1) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 1: Setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og eftirlønir teirra.
2) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 2: Kommunuskattur. Fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.
3) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 6: Beinleiðis og óbeinleiðis skattur. Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, tó ikki tinglýsingargjøld og loyvisgjald á alivinnu.
4) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 7: Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum. Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvíkjandi egnum inntøkum og útreiðslum.
5) Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi, tó ikki viðvíkjandi innog útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.
6) Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, stk. 2, nr. 2, tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.


Ríkislógartilmælisuppskot
§ 23. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:
1) Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Gjaldoyra- og peningapolitikk.


Ræði á løgtingsfíggjarlógini
§ 24. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.


Tænastuboð
§ 25. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur, í førum har lóggávan loyvir tí, heimild at geva teimum tænastuboð:
1) Fíggjarmálaráðið.
2) Føroya Gjaldstova.
3) Hagstova Føroya.
4) TAKS (Toll- og Skattstova Føroya).
Stk. 2. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og
stovnum undir landinum tænastuboð um:
1) Hvussu størv skulu lýsast leys, mannagongdir við setan av størvum, um góðkenning av lønarflokkingum, um farloyvi, um starvsfólkapolitikk, um skráseting av arbeiðstíð o.a., um fráfaringaraldur og um viðurskifti í samband við uppsagnir.
2) Keyp av vørum og tænastum.
3) KT-nýtslu og KT-trygd.
4) Neyvari reglur um hvussu játtanaruppskot verða at seta upp og nýta (játtanarskipan), heruppií áseting av lønarkarminum av hvørjari høvuðskonto.
5) Nýbygging og umbygging.
6) Nýtslu av byggiráðgeving.
7) Tiltøk sum neyðug eru at seta í verk at uppfylla sáttmála við yrkisfeløgini.
8) Útvegan av arbeiðsklæðum, persónligari verndarútgerð, flutningsførum, fartelefonum, heimateldum og nýtslu av hesum.
9) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.
10) Viðlíkahald.
11) Viðurskiftini í samband við ferðing uttanlands- og innanlands og um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum.

Snarslóðir