Fíggjarlógaruppseting

1. Inngangur

Eins og onnur lógaruppskot er fíggjarlógaruppskotið í tveimum pørtum. Sjálvt lógarupp­skotið, ið verður nevnt tekstur, er skipað í greinar. Uppskotið hevur harafturat bæði almennar við­merkingar og viðmerkingar til tær einstøku greinarnar.

Øll málsøki, ið ein landsstýrismaður hevur ábyrgd av, verða savnað í eina grein. Eisini eru greinar um løgtingið, inntøkur og gjaldføri.

Í tekstpartinum eru upplýsingar um játtanarupphæddir, ið søkt verður um, umframt møguligar átekningar (lógarásetingar um ræði yvir játtanum).

Í viðmerkingunum er greitt nærri frá endamáli, grundarlagi og fyritreytum fyri teimum ein­støku játtanaruppskotunum. Eisini er sundurgreinað ætlan, starvsfólkayvirlit og virksemis­yvirlit.

 

2. Tekstparturin á fíggjarlógaruppskotinum

Inngangurin til tekstpartin er eitt høvuðsyvirlit yvir landsins fíggjarætlan. Yvirlitið vísir samlaðar útreiðslur og inntøkur.

Fyri hvørja grein og málsøki eru í høvuðsyvirlitinum vístar rakstrarútreiðslur, inntøkur og/ella nettoútreiðslur. Rakstrarútreiðslurnar eru landsins rakstarætlan fyri rakstrarútreiðslur, og inntøkurnar er landsins rakstrarætlan fyri inntøkur. Munurin millum samlaðar útreiðslur og samlaðar inntøkur vísir yvir- ella undirskot á landsins rakstrarætlan (rakstrarsaldoin).

Landsins løguútreiðslur og -inntøkur verða settar á serstaka løguætlan í høvuðsyvirlitinum.

Úrslit fyri landsins rakstrar-, løgu- og útlánsætlan (RLÚ-úrslit), er ein samanlegging av rakstrar- og løguúrslitinum.

Niðanfyri er stutt greitt frá, hvussu skilt verður ímillum rakstrarútreiðsluætlan, skattur o.t. (ætlan) og løguætlan.

Rakstrarútreiðsluætlan fevnir um rakstrarútreiðslur, tilskot, útlán (tó ikki útlán til alment løguvirksemi) o.a. Harumframt eru vanligar rakstarinntøkur, so sum inntøkur av tænastusølu, nýtslugjøldum og aðrar inntøkur, ið eru beinleiðis knýttar at rakstrinum. Rakstrarútreiðsluætlanin er grundarlag undir tí útreiðslupolitisku stýringini, og nettoútreiðslur á rakstrarútreiðsluætlanini svara til rakstrarkarmin fyri greinina.

Skattur o.t. (ætlan) fevnir um skatt, avgjøld, tvungin gjøld og ávísir (vanliga stórir) inntøkupostar, ið eru av tílíkum slag, at hesir verða skildir frá útreiðslustýringini.

Í høvuðsheitum verða inntøkur, sum sambært altjóða allýsingum verða roknaðar við í skattatrýstið, tiknar við í inntøkurakstrarætlanina.

Løguætlanin fevnir um landsins útreiðslur til bygging og keyp av føstum ognum o.t., umframt íløgustuðul og útlán til alment løguvirksemi. Eisini fevnir løguætlanin um inntøkur, sum stava frá sølu og avskrivingum av landsins ognum.  

Aftan á høvuðsyvirlitið kemur teksturin til tær einstøku greinarnar. Teksturin er í trimum brotum:

A. Yvirlit, er yvirlit yvir játtanaruppskot fyri málsøki og virksemi umframt búskaparliga flokking eftir slag.

B. Játtanir, vísa til tey játtanaruppskot, sum løgtingið skal atkvøða um.

C. Átekningar, innihalda serstakar ásetingar um ræði ella heimildir til ávísa játtan.

Niðanfyri er eitt dømi um brot “A. Yvirlit”.

A. Yvirlit

 

Játtanaryvirlit

 

 

 

tús.kr.

Netto

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan…………………………………...…...

36.710

36.710

-

Løguætlan………………………………………........

10.000

10.000

-

Løgtingið……………………………………………………………….

 

46.710

-

1.10.1. Løgtingið Løgtingið………………………………………………………

 

38.658

-

1.10.2. Stovnar knýttir at Løgtinginum

8.052

-

Yvirlit yvir høvuðssløg:

 

 

 

Játtan tilsamans

46.710

-

Nettostýrt virksemi

100

100

Virksemi tilsamans

46.810

100

Rakstrarútreiðslur

33.513

-

Rakstrarinntøkur

-

100

Løguútreiðslur

10.000

-

Flytingarútreiðslur

3.297

-

 

Fyrst í brotinum er eitt játtanaryvirlit. Hetta vísir samlaðu játtanirnar til ymisk endamál.

Fyri hvørt virksemisøki t.d. “1.10.1. Løgtingið” verður víst samlað játtanaruppskot til hetta økið.

Ovast í játtanaryvirlitinum eru nettotøl fyri rakstrarútreiðslu-, inntøku- og løguætlan. Hesi tøl eru eisini við á landsins rakstrarætlan.

At enda er í brotinum eitt yvirlit yvir útreiðslusløg. Hetta yvirlit vísir allar útreiðslur og inntøkur, bókaðar eftir búskaparligari samanseting, tvs. rakstrar-  og løguútreiðslur, inntøkur, ymisk sløg av flyting (tilskot, stuðul v.m.) og fíggjarligir postar (t.d. útlán).

Reglan “Nettostýrt virksemi” er ein tekniskur millumrokningarpostur millum játtanartal og bruttovirksemi (“Virksemi tilsamans”). Hetta kemst av, at tað í summum førum verða veittar nettojáttanir, meðan “Virksemi tilsamans” inniheldur bruttotøl.

Næsta brot er “B. Játtanir”.

B. Játtanir

Løgtingið

 

Útr.

 

 

-tús. kr.-

1.10.1. Løgtingið

 

 

   02. Eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn (Lógb.j)……..

3.072

-

   03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarj.)………………………

25.586

-

   10. Nýggjur bygningur til Føroya Løgting (Løguj). …..

10.000

-

1.10.2. Stovnar knýttir at løgtinginum

 

 

   01. Landsgrannskoðanin (Rakstrarj.)………………...

5.052

-

   07. Løgtingsins umboðsmaður (Rasktrarj)…………...

3.000

-

 

Hvør einstøk upphædd er eitt játtanaruppskot. Hvørt útreiðsluøki (t.d. “1.10.1. Løgtingið”) er skift sundur í høvuðskontur,  t.d. “1.10.1.03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan)”.

Hvør regla er um eina ávísa høvuðskonto og inniheldur 4 sløg av upplýsingum.

Dømi:

1.10.1.

Løgtingið

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Løgtingsarbeiði

 

(Rakstrarjáttan)

 

25.586

-

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

7-cifrað høvuðskontu-

nummar

 

Høvuðskontuheiti

 

Játtanarslag

 

 

Játtanaruppskot

(upphædd)

 

 

 

Høvuðskontunummar, verður nýtt í viðmerking, har raðfylgjan fylgir høvuðskontunummari.

Høvuðskontuheiti, vísir játtanarendamál.

Játtanarslag, vísir til tær ræðisreglur, sum eru galdandi fyri høvuðskontuna.

Játtanaruppskot, vísir ta upphædd (í túsund kr.), sum er skotin upp sum játtan. Fyri hvørja høvuðskontu kunnu vera játtanaruppskot fyri bæði útreiðslur og inntøkur. Játtanarsløgini “Rakstrarjáttan” og “Landsfyritøka” hava tó bara eitt játtanaruppskot. Hetta kemst av, at hesi játtanarsløg er nettostýrd.

 

3. Viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið

Viðmerkingar, lýsa nágreinliga endamálið, og hvørjar fortreytir liggja aftan fyri hvørt uppskot til játtan. Viðmerkingarnar eru savnaðar undir hvørja grein sær.

Í viðmerkingunum til hvørja grein er í innganginum eitt yvirlit. Yvirlitið vísir bæði rakstrarætlan, løguætlan og útreiðslusløg.

Í viðmerkingunum til tær einstøku høvuðskonturnar eru:

  • Inngangur
  • Sundurgreinað ætlan

og í summum førum

  • Starvsfólkayvirlit og
  • Virksemisyvirlit

a) Í innganginum verður greitt frá endamáli og grundarlagi v.m.

b) Sundurgreinaða ætlanin er greinað í undirkontur og standardkontur. Í bruttojáttanum (tvs. løgujáttan, lógarbundin játtan og onnur játtan) verða útreiðslur og inntøkur játtaðar hvør sær. Ovast í talvuni stendur tí

  • Útreiðslujáttan
  • Inntøkujáttan

sambært uppskoti.

Greiningin vísir, hvussu ætlanin er at nýta játtanina, bæði til undirendamál og útreiðslusløg.

Fyri nettostýrd øki (tvs. rakstrarjáttan og  landsfyritøkur) verður bara sett ein netto­útreiðslu­játtan.

Fyri at tað samlaða virksemið skal síggjast á tí sundurgreinaðu ætlanini, eru tølini fyri samlaðar útreiðslur og inntøkur, aftan á nettoútreiðslujáttan, við  í báðum reglum.

Um játtanin verður nýtt til at rinda starvsfólki hjá landinum løn, er eisini eitt­ starvs­fólka­yvirlit. Í starvsfólkayvirlitinum er víst lønarupphædd og tal á fulltíðarstørvum, býtt sundur millum tey, sum ávikavist eru sett eftir lønarkarmi 36 ella hægri og onnur. Eitt fulltíðarstarv svarar til vanliga árliga arbeiðstíð. Yvirtíð og størv, ið ikki eru fulltíðarstørv, verða umroknað til vanliga árliga arbeiðstíð.