Kontuskipan á fíggjarlóg

Fíggjarlógin er býtt í greinar. Løgtingið, løgmaður og landsstýrimenn hava sínar serstaku greinar. Afturat hesum eru tvær felagsgreinar fyri inntøkur og gjaldføri lands­kassans.

Á hvørjari grein eru játtanaruppskotini, ið verða nevnd høvuðskontur ásett við einum 7 siffraðum tali. Í viðmerkinginum er hvør høvuðskonta býtt sundur í eina sundurgreinaða ætlan við 4 siffrum.

Sostatt verður ein 11 siffrað kontuskipan nýtt í fíggjarlógini, og skal bygnaðurin í kontu­skipanini lýsast nærri niðanfyri.

Siffur:

Heiti:

1.-2.

Grein (Løgtings-, løgmans-, landsstýrismanna- ella felagsøki)

3.-4.

Málsøki

 

Virksemisøki

6.-7.

Høvuðskontur

8.-9.

Undirkontur

10.-11.

Standardkontur

 

Grein (Løgtings, løgmans, landsstýrismanna ella felagsøki). Greinabýtið virkar í høvuðsheitum soleiðis, at allar útreiðslur og inntøkur í einum Løgtings-, løgmans-, landsstýrismannaøki, eru undir eini grein.  Undantøk eru i inntøku- og gjaldførisgreinunum.

Málsøki er tað, sum ein grein verður býtt sundur í. Býtið hevur sum endamál at savna játtanir til somu endamál innan fyri landsstýrismannaøkini og at vísa týdningarmikil endamál og útreiðsluskipanir.

Siffrini undir málsøkinum eru eisini skipaði eftir altjóða stigi. Tað ber sostatt til at samanbera tað føroysku fíggjarlógini við fíggjarlógir í øðrum londum.

Høvuðskontur eru sjálv játtanin, sum Løgtingið atkvøður um. Tá ið broytingar verða gjørdar t.e. at upprætta, broyta ella niðurleggja høvuðskontur, verður støða tikin til hetta við fyriliti fyri endamálinum við broytingini, hvussu hóskandi hetta er fyrisitingarligt, og um broytingin hevur munandi sjálvstøðugan játtanarligan áhuga. Av tí at hesi viðurskifti koma undir § 3, 2. stk. í kunngerð um roknskaparverk landsins o.a., har tað stendur, at uppskot m.a. um lógir skulu leggjast Fíggjarmálaráðnum og Føroya gjaldstovu til góðkenningar, skal Fíggjarmálaráðið hava umbønir um broytingar til viðgerðar, áðrenn broytingin verður løgd fyri Løgtingið.

Undirkontur: Hesin táttur kann verða nýttur, um so er, at tað í viðmerkingunum til fíggjarlógina er neyðugt at býta eina játta sundur í fleiri verkevni sum t.d. at skilja innihaldið í játtanini út til tess at kunna gera funktionel hagtalslig býti ella at skilja partar av virkseminum út í inntøkufíggjað virksemi. Undirkontur eigur ikki at verða nýtt til innanvirkis stýringarendamál! Siffur á undikontu er lutvíst ásett. Undirkontur fyri rakstrarjáttanir skulu liggja millum tølini 20 og 39. Inntøkufíggjað virksemi hjá stovnum skal hava undirkontur frá 40-50. Onnur siffur kunnu nýtast frítt. Broytingar í undirkontum krevja somu formligu mannagongd, sum tá ið høvuðskontur verða broyttar.

Tað er Fíggjarmálaráðið, sum ásetir kontuætlanina í fíggjarlógini.

Standardkontur eru tvørgangandi og eru lagaðar eftir teimum hugtøkum, sum m.a verða nýtt í tjóðarbúskapinum.

Fyrsta siffur vísir høvuðsslag:

 

Rakstrarútreiðslur (11 til 19)

 

Rakstrarinntøkur (21 til 29)

 

Løguútreiðslur (31 til 32)

 

Løguinntøkur (41 til 47)

 

Flytingarútreiðslur (51 til 58)

 

Skattur og flytingarinntøkur (61 til 68)

 

Flytingar millum almennar mynduleikar (71 til 77)

 

Fíggingarpostar (81 til 89)

 

Broytingar í “Ogn” og “Skuld v.m.” (91 til 99)

 

Fíggjarætlanirnar í Løgtings-, løgmans-, landsstýrismanna- ella felagsøkinum verða taldar saman við at nýta omanfyristandandi høvuðssløg.

Annað siffur á standardkontuni er ein neyvari sundurgreining. T.d. verður høvuðsøki 1. Rakstrarútreiðslur greinað í hesar standardkontur:

 

Lønir v.m.

 

Keyp av vørum og tænastum

 

Keyp av útbúnaði, netto

 

Leiga, viðlíkahald og skattur

 

Avskrivingar o.a.

 

Ymsar rakstrarútreiðslur

 

Føroya Gjaldstova hevur um hendi Kontuskipan landsins.