Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið er aðalráðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum er at veita landsstýrismanninum ráðharratænastu á teimum málsøkjum, sum landsstýrismaðurin umsitur, m.a. at ráðgeva landsstýrismanninum á fíggjarpolitiska, búskaparpolitiska, skatta- og avgjaldspolitiska, lønarpolitiska og talgildingarpolitiska økinum, soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka vælgrundaðar avgerðir.
Fíggjarmálaráðið samskipar annars tvørgangandi uppgávur á fíggjar- og búskaparpolitiska økinum.
Fíggjarmálaráðið fyriskipar landsins búskaparstýring og skapar grundarlag fyri, at landsfyrisitingin greiðir sínar uppgávur væl búskaparliga
Fíggjarmálaráðið er ovasti fyristingarligi myndugleiki hjá teimum stovnum, ið hoyra undir málsøkið hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum.
Meir kunning um málsøkini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og fíggjarmálaráðnum er at finna í málsøkjabýtinum.