Kunning um dátuvernd

Tá tú sendir Fíggjarmálaráðnum ein teldupost, verður mál stovnað, og telduposturin skrásettur í skjalhaldsskipanini.

Eru persónupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónupplýsingar.

Upplýsingar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í málsviðgerðini.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og í § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Sum dátuábyrgdari leggur Fíggjarmálaráðið dent á, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum.

Fíggjarmálaráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.

Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum umframt, hvør ið hevur roynt at fingið atgongd til málini.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Fíggjarmálaráðið savnar upplýsingar um teg, og tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Fíggjarmálaráðið viðger um teg. Í ávísum førum hevur tú eisini rætt til at krevja, at Fíggjarmálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Fíggjarmálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: fmr@fmr.fo