Ruth Vang

Ruth Vang er 57 ára gomul, gift Dániali, hevur 3 børn og 2 ommubørn.

Ruth er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er útbúgvin ljósmóðir og hevur tikið HD í fíggjarstýring. Ruth hevur arbeitt sum ljósmóðir, harav eitt áramál sum leiðari hjá ljósmøðrunum. Hon hevur starvast sum kredittráðgevi á peningastovni, og áðrenn hon kom á ting, var hon deildarleiðari fyri dagstovnaøki í Tórshavnar kommunu.

Í 2015 kom Ruth inn á ting sum varafólk. Hon var nevndarforkvinna í fíggjarnevndini tey fyrstu gott og væl 3 árini og hevur annars verið limur í fíggjarnevndini síðani. Harafturat hevur Ruth havt sess í rættarnevndini, norðurlandaráðnum og útnorðurráðnum.

Síðani 2021 hevur Ruth sitið sum limur í Tórshavnar býráði, har hon hevur sæti í mentanarnevndini, teknisku nevnd, umframt byggi- og býarskipanarnevndini.

Ruth hevur verið forkvinna í Framsókn síðani mars 2020.

Upplýsingar um áhugamál.