
Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen, føddur 17. januar 1969 í Sørvági. Foreldrini eru Hervør og Niclas Niclasen.
Jørgen Niclasen er giftur Annelenu Vest Niclasen, dóttir Áslu og Julius Joensen. Saman eiga tey børnini: Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001).
Jørgen Niclasen hevur studentsprógv frá mat/fys. deildini í Hoydølum 1988.
Jørgen Niclasen er floksformaður Fólkafloksins, og tað hevur hann verið síðan 2007.
Jørgen Niclasen hevur verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í fleiri umførum. Frá 1998-2003 í fiskivinnumálum, frá 2008-2011 í uttanríkismálum, og frá 2011-2015 í fíggjarmálum.
Í september 2019 varð Jørgen Niclasen valdur sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.