Stjóri til Gjaldstovuna

Vilt tú vera drívkraftin, sum førir almennu føroysku fyrisitingina inn í framtíðina?

Søk starvið sum stjóri á Gjaldstovuni.

Gjaldstovan sameinir tøkni, vitan og nýhugsan í almennu fyrisitingini og skapar framburð á økinum. Soleiðis eru vit við til at gera Føroyar til eitt nýmótans samfelag.

Nú leita vit eftir einum framskygdum, savnandi og málvísum stjóra, sum vil føra Gjaldstovuna longur fram á leið.

Um starvið

Sum stjóri hevur tú høvuðsábyrgdina av at leiða og menna Gjaldstovuna sum felags fíggjarligan, fyrisitingarligan og talgildan stovn fyri føroyska samfelagið.

Tú setur greiða strategiska kós og tryggjar, at rakstur, trygd og dygd ganga hond í hond við nýskapan og menning.

Saman við leiðslutoyminum skapar tú greiðar raðfestingar og tryggjar, at vit flyta okkum frá tanka til úrslit. Tú styrkir samstarvið tvørtur um virkisøkini og savnar ymsu fakligu greinarnar um eina felags kós.

Tú hevur eisini týðandi leiklut í samstarvinum við Fíggjarmálaráðið, stjórnarráðini, almennar stovnar, kommunur, vinnu og borgarar.

Um Gjaldstovuna

Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Hon er millum elstu stovnar í landinum, stovnað í 1939 og hevur tænt føroyska samfelagnum í 87 ár.

Javnt og samt hevur Gjaldstovan ment seg til ein miðsavnandi stovn fyri alla almennu fyrisitingina. Við Talgildu Føroyum hava vit samstundis gingið á odda við at menna dyggar og nýskapandi tænastur til vinnu og borgarar.

70 fólk starvast á Gjaldstovuni. Høvuðsskrivstovan er í Kvíggjartúni 1 á Argjum. Vit hava eisini skrivstovu í Klaksvík, har fýra fólk starvast.

Gjaldstovan hevur ábyrgd av fjølbroyttum og samfelagsliga týðandi uppgávum innan:

·         Almenna roknskapin, landsins bókhaldi og rakstri og menning av Búskaparskipan landsins

  • lønarumsiting og felags fyrisitingarligar skipanir

  • alment innkeyp

  • kt-undirstøðukervi, kt-trygd og felags kt-tænastur

  • talgilding og talgilt undirstøðukervi

  • vitlíki og tvørgangandi menningaruppgávur

  • tænastuveiting til landsstýri, stjórnarráð, stovnar, kommunur, vinnu og borgarar

Harumframt umsitur Gjaldstovan Albert Hall, millum annað kantinuna og raksturin av bygninginum.

Tínar høvuðsuppgávur

Sum stjóri skalt tú skapa framdrátt og tryggja, at Gjaldstovan loysir sínar uppgávur til lítar.

Tú skalt millum annað:

  • seta eina greiða kós fyri stovnin og fremja hana í verki

  • leiða gjøgnum leiðarar og menna eitt sterkt leiðslutoymi

  • gera greiðar raðfestingar og dríva strategisk mál fram á leið

  • tryggja álítandi rakstur, fíggjarligt skynsemi, trygd og dygd á øllum virkisøkjum

  • ganga á odda í arbeiðinum at menna felags fyrisitingarligar og talgildar loysnir

  • skipa samanhang millum fíggjarstýring, fyrisiting, kt, dátur og talgilding

  • styrkja samstarvið við Fíggjarmálaráðið, hini stjórnarráðini, stovnar, kommunur, vinnu og veitarar

  • tryggja greiða ábyrgd, góðar arbeiðsgongdir og munadygga íverksetan av strategiskum avgerðum

  • menna Gjaldstovuna, so hon er eitt trygt, nýskapandi og vælumtókt arbeiðspláss

Tínar styrkir og royndir

Tú hevur akademiska útbúgving á kandidatstigi. Útbúgvingin kann vera innan búskap, roknskap, leiðslu, samfelagsvísindi, løgfrøði, kt, talgilding ella annað viðkomandi øki.

Tú hevur leiðsluroyndir og dugir at leiða gjøgnum leiðarar. Tú hevur eisini royndir við at skapa ábyrgd og felags kós í einum fakliga fjølbroyttum umhvørvi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í almenna fíggjarstýring, roknskap, talgilding, kt, dátunýtslu og størri broytingar- og menningartilgongdir.

Vit vænta ikki, at tú ert serfrøðingur á øllum økjum. Hinvegin vænta vit, at tú ert góður leiðari og dugir at savna ymiskleikan um felags mál.

Gjaldstovan ráðgevur landsstýrinum á týðandi fyrisitingarøkjum. Tí er tað altavgerandi, at tú dugir at veita fakliga haldgóða og álítandi ráðgeving í einum politiskt stýrdum umhvørvi.

Tú skalt umboða Gjaldstovuna reiðiliga og bæriliga í øllum viðurskiftum. Tí skalt tú duga væl at samskifta, bæði úteftir við landsstýri, myndugleikar, borgarar, vinnu og samstarvsfelagar og inneftir við ymsu starvsfólkabólkarnar á stovninum.

Tað er umráðandi, at tú vísir fíggjarligt skynsemi, dugir at halda fast í tí, sum hevur týdning, og skapar ró og yvirlit, eisini tá ið støðan er trupul. Av tí at Gjaldstovan fevnir um fjølbroytt virkisøki, er tað avgerandi, at tú dugir væl at leiða strategiskt.

Tú fært stóra ábyrgd og ávirkan

Sum stjóri á Gjaldstovuni hevur tú eitt av teimum fjølbroyttastu og týdningarmestu størvunum í almennu fyrisitingini.

Tú fært møguleikan at mynda ein stovn, sum bæði tryggjar grundleggjandi fíggjarligan og fyrisitingarligan rakstur og stendur mitt í talgildu menningini av Føroyum.

Tú fært eitt sterkt fakligt umhvørvi, eitt dugnaligt leiðslutoymi og eitt gott høvi at ávirka, hvussu

felags almennar tænastur verða skipaðar og mentar komandi árini.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið fevnir um Gjaldstovuna, Fíggjarmálaráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.

Tú fært løn sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, tó uttan at vera tænastumaður. Eftirlønargjaldið er 15%.

Umsóknarfreistin er 19. oktober 2026

Send umsóknina við telduposti til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, á bab@fmr.fo. Viðheft prógv, lívsgongdarlýsing og møgulig viðmæli.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, á telefon 35 20 20.

Umsóknin kann takast niður sum PDF her.