Stjóri til Strandfaraskip Landsins
Stjórin hevur ábyrgdina av at standa á odda fyri Strandfaraskipum Landsins og tryggja, at stovnurin verður skipaður og mentur í samsvari við nútíðar tørv og at menna ein greiðan leiðslu- og fyrisitingarhugburð, sum hóskar til ein virkisfýsnan almennan stovn.
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
Strandfaraskip Landsins er ein týðandi stovnur hjá landinum og hevur stóran týdning í gerandisdegnum hjá borgarum landsins. Høvuðsuppgávurnar eru at skipa fyri sjóvegis fólkaflutningi og farmaflutningi umframt landvegis fólkaflutningi kring alt landið.
Strandferðslan rekur 7 sjóvegis farleiðir og 8 ferjur. Tað eru 24 farleiðir á landi og umleið 40 bussar verða brúktir til farleiðirnar, íroknað eykabussar. Farleiðirnar eru útveittar til privatar busseigarar.
Á farleiðunum hjá Strandferðsluni ferðast umleið 1 millión ferðafólk um árið; umleið 520.000 við Oyggjaleiðum og 480.000 við Bygdaleiðum. Umleið 150.000 akfør verða flutt við ferjunum árliga. Strandferðslan umsitur eisini tyrlusáttmálan við Atlantic Airways. Tað ferðast umleið 11.000 ferðafólk um árið við tyrluni.
Strandfaraskip Landsins veitir árliga tænastur fyri umleið 250 mió. kr. og hevur eisini inntøkur frá virkseminum. Á stovninum eru umleið 175 fulltíðarstørv. Starvsfólkini hava ymiskar útbúgvingar og førleikar, og ein stórur partur arbeiðir í skiftandi vaktum.
Strandferðslan er í holt við at endurnýggja miðalstóru og smærru ferjurnar á Oyggjaleiðum, og Bygdaleiðir verða skjótt bjóðaðar út av nýggjum. Sum stjóri hevur tú høvuðsábyrgdina av hesum verkætlanum, ið er týdningarmikil partur av at menna samferðsluna kring oyggjarnar.
Høvuðsskrivstovan og fyrisitingin er staðsett á Tvøroyri.
Meiri fæst at vita um stovnin á www.ssl.fo
Førleikakrøv
Stjórin skal hava kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta.
Tað er ein fyrimunur, um stjórin hevur royndir við leiðslu á almennum stovni ella størri fyritøku, umframt áhuga og innlit í samferðsluøkið.
Stjórin skal hava gott politiskt tev og duga væl at samskifta, bæði alment og í samskifti við borgarar, myndugleikar, vinnu og yrkisbólkar. Stjórin skal ganga á odda við at skipa eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvið fyri starvsfólk stovnsins. Tað er umráðandi, at stjórin hevur góð evni at áseta greið strategisk mál, at raðfesta uppgávur, dugir at vísa fíggjarligt skynsemi og at veita landsstýrinum góða og álítandi ráðgeving. Stjórin skal vera málsøkin og hava evni at skapa ró, tá ið støðan kann gerast trupul.
Stjórin skal umboða stovnin á ein bæriligan, reiðiligan og álitisvekjandi hátt.
Setanarviðurskifti
Setanarøkið fevnir um Strandfaraskip Landsins, Fíggjarmálaráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Starvið er áramálssett í 5 ár sambært serligum sáttmála við møguleika fyri at leingja setanina í upp til 3 ár.
Stjórin verður løntur eftir 39. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins við 15 % í eftirlønargjaldi og áramálsviðbót.
Umsókn
Umsókn við útbúgving, starvsroyndum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skal stílast til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendast sum teldupostur til: fmr@fmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 12. mars 2026. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, á telefon 352020.
Umsóknin kann takast niður sum pdf her