Farloyvisstarv sum samskipari í Fíggjarmálaráðnum

Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Dugir tú at arbeiða við tíðarfreistum? Og vilt tú hava eitt starv við fjølbroyttum og gevandi arbeiðsuppgávum? So er tað júst hetta starvið, tú skalt søkja. Okkum tørvar ein barsilsavloysara fyri samskipara okkara í tænastueindini – eitt starv í spennandi og avbjóðandi umhvørvi. Starvið er tíðaravmarkað frá 15. august og umleið 1 ár fram.

Tú kemur at arbeiða við ráðgeving, samskipandi uppgávum og tænastum innan tænastueindina.

Uppgávurnar eru millum annað:

  • at samskipa lógarmál og onnur løgtingsmál
  • at samskipa fundir og verkætlanir
  • samskiftisuppgávur, so sum leggja út á heimasíðu, skriva tíðindaskriv v.m.
  • ráðharratænasta og protokoll
  • uppgávur innan málrøkt og rættlestur

Umsóknarfreistin er 31. mai.

Sí lýsing her.