Fulltrúi til Fíggjarmálaráðið

Ert tú tann, vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Sum fulltrúi í fíggjarmálum kemur tú at arbeiða við fjølbroyttum ráðgevandi og fyrisitingarligum uppgávum á teimum økjum, ið ráðið umsitur.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2021.

Sí lýsing her

Um ráðið

Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Jørgen Niclasen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi.