Hesir stovnar, ráð og grunnar eru undir Fíggjarmálaráðnum:
Føroya Gjaldstova hevur roknskaparhaldið hjá landinum og tekur sær tí eisini av at gera árliga landsroknskapin. Allar inn- og útgjaldingar hjá landinum fara umvegis Føroya Gjaldstovu, sum ger regluligar metingar av gjaldføri landskassans.
Umframt roknskap og roknskaparhald, so er KT eisini ein stórur partur av virkisøkinum hjá Føroya Gjaldsstovu. Føroya Gjaldstova hevur ábyrgdina av Búskaparskipan Landsins og Landsneti. Føroya Gjaldstova hevur tí eisini ábyrgdina av at reka, menna og viðlíkahalda hesar skipanir og at undirvísa í ymsu skipanunum og roknskaparverkinum. Føroya Gjaldstova skipar eisini verkætlanin Talgildu Føroyar.
TAKS tryggjar tí almenna skatta- og avgjaldsinntøkur, umsitur gjøld og veitingar og fyribyrgir ólógligum inn- og útflutningi sambært galdandi lógum. TAKS ger lóggávuarbeiði fyri Fíggjarmálaráðið og ráðgevur um galdandi lóggávu og um onnur viðurskifti á skatta- og avgjaldsøkinum.
Harumframt umsitur TAKS frítíðarløn og trygdargrunn løntakaranna, Barsilsskipanina, FAS-skipanina, inngjøld til Arbeiðsloysisskipanina og Heilsutrygd, inn- og útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum og Vinnusjúkugrunninum.
Hagstova Føroya virkar sum sjálvstøðugur stovnur sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1999 um Hagstovu Føroya, og Hagstova Føroya er sambært hesi lóg høvuðsmyndugleiki fyri hagfrøðiligum virksemi í Føroyum.
Landsbanki Føroya virkar eftir Løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð. Nevndin ger reglur fyri virksemið hjá nevnd og stjóra. Nevndin ger neyvari ásetingar fyri, hvussu gjaldføri landsins skal umsitast. Nevndin ger ásetingar fyri umsiting av landsins skuld. Nevndin tryggjar, at Landsbanki Føroya fylgir almennum reglum, sum eru galdandi fyri almennar stovnar. Umsitingin av ogn og skuld landskassans liggur eisini hjá Landsbanka Føroya.
Landsverk varð stovnað í 1948 undir heitinum Landsverkfrøðingurin. Stovnurin hevur frá byrjanini fyrisitið byggitekniskar uppgávur í breiðastu merking fyri land og kommunur og er í dag stovnur undir Samferðslumálaráðnum. Høvuðssætið er í Tórshavn. Otta vegastøðir eru kring landið, umframt tríggjar smiðjur, eitt asfaltverk, fýra grót- og skervverk, ein bitumengoymsla og ein saltgoymsla. Stovnurin bæði framleiðir og selir asfalt og skerv.
Landsverk hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar, tyrlupallar og økið kring flogvøllin.
Tað er samtykt við lóg, at Landsverk hevur eftirlit við almennu partafeløgunum, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum eiga og reka undirsjóvartunlarnar undir ávikavist Vestmannasundi og Leirvíksfirði.
Síðan 1975 hevur Landsverk verið limur í NVF, ið er Norrønt vegtekniskt forum. Tað er ein felagsskapur við fleiri enn 800 limum, sum hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum fakfólk í Norðurlondum.
Við umleið 150 starvsfólkum - umroknað til umleið 125 fulltíðarstørv - telist Landsverk millum størstu arbeiðspláss í landinum, hóast talið á starvsfólkum er nógv skert seinnu árini.
Strandfaraskip Landsins (SSL) er skipað eftir løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning við seinni broytingum og eftir reglugerð fyri SSL, dagfest 30. juli 2015.
SSL er skipað sum ’landsfyritøka’ undir Fíggjarmálaráðnum og fær á hvørjum ári tillutað eina nettorakstrarjáttan á fíggjarlógini. Á farmaflutningsøkinum hava SSL síðani einskiljingina av Farmaleiðum havt farmaflutningsskyldu sjóvegis umframt landvegis á Sandoynni og á Kalsoynni.
Til hesa tænastu hevur SSL fimm lastbilar og farmastøðir í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri. Har, ið ferjurnar leggja at, standa SSL fyri skipaavgreiðsluni.
Akstovan: Fíggjarmálaráðið varðar av ferðslulógini, umframt øðrum viðurskiftum, sum hava við bilaferðslu at gera. Akstovan, sum er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, umsitur málsøkið. Føroyska ferðslulógin er í stóran mun í samsvar við tær reglur, sum eru galdandi í Evropa. Hetta hevur týdning, tá ið farið verður uttanlands við bili.