Hesir stovnar, ráð og grunnar eru undir Fíggjarmálaráðnum:

Føroya Gjaldstova hevur roknskaparhaldið hjá landinum og tekur sær tí eisini av at gera árliga landsroknskapin. Allar inn- og útgjaldingar hjá landinum fara umvegis Føroya Gjaldstovu, sum ger regluligar metingar av gjaldføri landskassans.

Umframt roknskap og roknskaparhald, so er KT eisini ein stórur partur av virkisøkinum hjá Føroya Gjaldsstovu. Føroya Gjaldstova hevur ábyrgdina av Búskaparskipan Landsins og Landsneti. Føroya Gjaldstova hevur tí eisini ábyrgdina av at reka, menna og viðlíkahalda hesar skipanir og at undirvísa í ymsu skipanunum og roknskaparverkinum. Føroya Gjaldstova skipar eisini verkætlanin Talgildu Føroyar.  

TAKS tryggjar tí almenna skatta- og avgjaldsinntøkur, umsitur gjøld og veitingar og fyribyrgir ólógligum inn- og útflutningi sambært galdandi lógum. TAKS ger lóggávuarbeiði fyri Fíggjarmálaráðið og ráðgevur um galdandi lóggávu og um onnur viðurskifti á skatta- og avgjaldsøkinum.

Harumframt umsitur TAKS frítíðarløn og trygdargrunn løntakaranna, Barsilsskipanina, FAS-skipan­ina, inngjøld til Arbeiðsloysisskipanina og Heilsutrygd, inn- og útgjald úr Arbeiðs­marknaðar­­eftirlønargrunninum og Vinnusjúkugrunninum. 

Hagstova Føroya virkar sum sjálvstøðugur stovnur sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1999 um Hagstovu Føroya, og Hagstova Føroya er sambært hesi lóg høvuðsmyndugleiki fyri hagfrøðiligum virksemi í Føroyum.

Akstovan

Landsverk

Strandfaraskip Landsins

Umframt aðalráðið og stovnarnar omanfyri, vísa niðanfyri nevndu stovnar og grunnar á ymiskan hátt til landsstýrismannin í fíggjarmálum:

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur limir í Búskaparráðið 3. hvørt ár.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur stjórnina, ger viðtøkur og hevur eftirlit við Føroya Realkreditt­stovni (Realinum).

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur stjórnina og hevur eftirlit við stovninum Bústaðir. 

Fíggingargrunnurin frá 1992 (Fíggingargrunnurin) virkar eftir lóg um vinnurekandi grunnar, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum velur 4 av 5 nevndarlimum í grunnin. Landsstýris­maðurin skal eisini góðkenna avgerðir hjá grunninum um at selja ella niðurskriva ogn grunsins. Landsstýrismaðurin hevur annars ikki ávirkan á virksemið hjá grunninum.

Føroyagrunnurin frá 1971 (Føroyagrunnurin) virkar eftir lóg um vinnurekandi grunnar, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum útnevnir 3 av 4 stýrislimum. Landsstýrismaðurin skal eisini góðkenna broytingar í viðtøkunum hjá dótturfeløgum grunsins.

Investeringsfonden for Færøerne (Íleggingargrunnurin) er danskur grunnur, men lands­stýris­­maðurin í fíggjarmálum velur 5 limir at stýra grunninum. Landsstýrismaðurin í fíggjar­málum ger eisini nærri reglur fyri virksemið hjá grunninum.

Landsbanki Føroya virkar eftir Løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð. Nevndin ger reglur fyri virksemið hjá nevnd og stjóra. Nevndin ger neyvari ásetingar fyri, hvussu gjaldføri landsins skal umsitast. Nevndin ger ásetingar fyri umsiting av landsins skuld. Nevndin tryggjar, at Landsbanki Føroya fylgir almennum reglum, sum eru galdandi fyri almennar stovnar. Umsitingin av ogn og skuld landskassans liggur eisini hjá Landsbanka Føroya.

Almennar nevndir og ráð

Løgmansskrivstovan hevur savnað nógvar upplýsingar um nevndir og ráð, sum landsstýrið á ein hvønn hátt varðar av.

Fyri at síggja yvirlitið trýst her